Nes kommuna: Á eyka býráðsfundi, tann 18.07.2023, varð samtykt at seta Anfinn í Toft í starv sum tekniskur leiðari hjá Nes kommunu.
Anfinn er 35 ár og búsitandi í Klaksvík. Hann er útbúgvin húsasmiður, byggitøkningur og byggifrøðingur. Harafturat hevur hann dyggar arbeiðsroyndir m.a. frá Fuglark og frá SNA.
Anfinn tekur við starvinum 01. september.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo