Vinnur forsetavalevnið hjá Republikanska flokkinum, Donald Trump, forsetavalið tann 5. novembur, kann tað kosta danska búskapinum upp móti 85 milliardir krónur.
Tað stendur at lesa í eini analýsu gjørd av Dansk Industri (DI), skrivar TV 2.
- Danmark er ein lítil, opin búskapur. Okkara vøkstur og framburður er grundaður á útflutning, og so skjótt sum tað verður trupulari at útflyta vørur til USA, gerast vit fátækari, sigur Peter Thagesen, varastjóri í Dansk Industri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo