Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á veg til Føroya - via Doha og Kastrup - úr Kathmandu, las eg eina bók við ótespiliga heitinum “How Democracies Die” hjá Steven Levitsky og Daniel Ziblatt. Bókin er frá 2018 - fyrra valskeiðnum hjá Trump, men er framvegis líka relevant, nú Trump møguliga kann vinna sítt seinna valskeið.

Fólkaræðið er í stórum vanda - líka stórum vanda sum í millumkrígstíðini. Síðani seinna heimskríggj eru fólkaræði komin og farin í bylgjum - til fólkaræðið at síggja til toppaði í 90’unum. Tíðarskeiðið síðani 00’ini hevur verið ein støðugur niðurtúrur fyri fólkaræðið, og í dag er ivasamt hvørja framtíð stýrishátturin hevur. Bókin hjá Levitsky og Ziblatt fer gjølla aftur í søguna, serliga amerikanska politiska søgu - og populistiska søgu, men ger eisini nógv burtur úr Latínamerika - serliga Venezuela. Her lærdi eg sera nógv nýtt, tí mín latínamerikanska vitan fevndi frammanundan mest um syðru helvt av Suðuramerika.

Bókin vísir á, hvussu antidemokratiskur atburður ofta kemur sníkjandi inn á lond. Í Latínamerikonskum høpi vóru tað ofta statskvett, ið fluttu londini frá demokrati til autokrati, men seinastu nógvu árini hevur metodan heldur verið stigvís institutionell undirgraving. Hetta gongur ofta hond í hond við populismu - bæði vinstrapopulismu (Chávez v.fl.) og høgrapopulismu (Órban v.fl.). Tað, ið ger hesa bókina serliga áhugaverda, eru nógvu ítøkiligu dømini um institutionella undirgraving frá alskyns londum kring heimin.

Bókin dregur sjálvandi parallellir aftur til Mussolini og Hitler, ið eisini komu til valdið á líðandi hátt - ikki við kollvelting og borgarakríggi, sum t.d. í Russlandi og Kina. Uttan hugsjónarliga samanbering annars, minna mannagongdirnar frá 20’unum og 30’unum nógv um tað, vit hava sæð seinastu árini í fleiri londum.

Í farnu viku legði Biden forseti frá sær sum forsetavalevni, tí hann sá seg ikki føran fyri at vinna á Trump, og tí hann metir tað vera ov vandamikið at lata Trump vinna: “I de seneste uger blev det tydeligt for mig, at jeg måtte forene mit parti. (...) Intet - intet - er vigtigere end at redde vores demokrati (...) Jeg har besluttet, at den bedste vej frem er ved at give stafetten videre til en ny generation. Det er den bedste måde at forene vores nation.” (Jakob Høstrup, DR.dk, 25. juli 2024)

Trump og einaræðisliga lakmus-testin
Í fyrsta kapitli í bókini hava Levitsky og Ziblatt sett upp eina talvu við fýra høvuðsábendingum um einaræðisligan atburð. Hetta kann brúkast sum ein lakmus-test - ella ein kekklisti. Umvent kann man eisini síggja hesa talvu sum eitt leikrit fyri einaræðisharrar, ið ynskja at einaræðisgera eitt fólkaræði. Eg havi týtt hesa talvuna til føroyskt, og endurgevi tey fýra punktini her:

1. Avvísing av - ella veik binding at - fólkaræðisligum spælireglum. a) Avvísa tey stýrisskipanina ella siga seg vilja gera seg inn á hana? b) Skjóta tey upp, at neyðugt er við anti-fólkaræðisligum tiltøkum, sum at avlýsa val, gera seg inn á stýrisskipanina ella seta hana úr gildi, banna ávísar felagsskapir ella at avmarka grundleggjandi sivil ella politisk rættindi? c) Ynskja tey at brúka – ella viðmæla – amboð uttan fyri stýrisskipanina til at broyta stjórnina, t.d. hernaðarkvett, harðligan uppreistur ella stórar mótmælisgongur, ætlaðar at trýsta ígjøgnum eina broyting av stjórnini? d) Royna tey at bróta niður legitimitetin av valum, t.d. við at nokta at viðurkenna eftirfarandi valúrslit?

2. Avnoktan av legitimitetinum hjá politiskum mótstøðufólki. a) Lýsa tey síni mótstøðufólk sum kollveltingarsinnað ella í mótstøðu til verandi stýrisskipan? b) Halda tey upp á, at teirra mótstøðufólk eru ein tilveruhóttan, antin ímóti tjóðartrygdini ella vanligum lívshátti? c) Lýsa tey uttan grund teirra partapolitisku mótstøðufólk sum brotsfólk, ið skulu eitast at bróta lógina – ella ætla at gera tað – og sum tí eru óskikkað til fulla luttøku í politiskum høpi? d) Rógva tey uttan prógv upp undir, at teirra mótstøðufólk eru fremmandir agentar, ið loyniliga arbeiða í samstarvi við – ella fyri - eina fremmanda stjórn – vanliga eina fíggindaliga.

3. Tolsemi mótvegis harðskapi ella eggjan til harðskap. a) Hava tey sambond við vápnað harkalið, paramiliterar bólkar, militisir, guerilla-herdeildir ella aðrar felagsskapir, ið fremja óløgligan harðskap? b) Hava tey ella teirra partapolitisku felagar stuðlað ella eggjað til, at harkalið leggja á mótstøðufólk? c) Hava tey tigandi viðurkent harðskap hjá sínum stuðlum við at nokta at taka eintýdda frástøðu frá teimum og revsa tey? d) Hava tey hálovað – ella noktað at tikið frástøðu frá – øðrum týðandi politiskum harðskapi, antin í fortíðin ella aðrastaðni í heiminum?

4. Fýsni at skerja sivil frælsi hjá mótstøðufólkki, herundir miðlum. a) Hava tey stuðlað lógum ella politikki, ið avmarka sivil rættindi, t.d. lógir um víðkaða ærumeiðing ella lógir, ið avmarka mótmæli og atfinningar ímóti stjórnini ella ávísum sivilum ella politiskum felagsskapum? b) Hava tey hótt við at seta løglig tiltøk ella onnur revsitiltøk í verk ímóti atfinningum frá mótstøðuflokkum, sivilsamfelagi ella miðlum? c) Hava tey hálovað kúgandi tiltøk hjá øðrum stjórnum antin í fortíðini ella aðrastaðni í heiminum?

Í bókini viðgera høvundarnir Trump í mun til hesa lakmus-test, og staðfesta longu í 2018, at hann lutvíst ger seg sekan í øllum fýra punktum. Síðani hava vit sæð uppaftur fleiri undirpunkt “skifta lit”, ikki minst vegna álopið á U.S. Capitol í januar 2021.

Tá eg lesi hendan listan ígjøgnum, gerst greitt, at Trump er ein stórur vandi fyri fólkaræðið í USA - og harvið eisini í øllum Vesturheiminum. Hetta seinna hevur tó líka nógv at gera við tann “isolationistiska” hugburðin til uttanríkispolitikk, ið Trump, Vance og aðrir “trumpistar” hava - í ógvusligum kontrasti til tað, ið Republikanski flokkurin annars plagdi at standa fyri undir m.a. Nixon, Reagan og Bush-feðgunum.

Amerikanska fólkaræðið í stórum vanda
Levitsky og Ziblatt gera nógv burtur úr at vísa á, at tað ikki bert er stýrisskipanin, ið ger USA til eitt fólkaræði, men eisini politiska mentanin, ikki minst innanhýsis í teimum ráðandi politisku flokkunum. Teir vísa serliga á hugtøkini “tolsemi” og “umburðarsemi”: “When american democracy has worked, it has relied upon two norms that we often take for granted - mutual tolerance and institutional forbearance.” (p.212) og “Mutual toleration and institutional forbearance are procedual principles - they tell politicians how to behave, beyond the bounds of law, to make our institutions function.” (p.213)

Hetta er eitt áhugavert ískoyti til tey politisku vísindi, ið leggja størri dend á áljóðandi stýrisskipan enn á institutionell viðurskifti: “When French thinker Baron de Montesquieu pioneered the notion of separation of powers in his 1748 work The Spirit of the Laws, he worried little about what we today call norms. Montesquieu believed the hard architecture of political institutions might be enough to constrain overreaching power…” (p.213)

Men skriva teir víðari:

“History quickly revealed that the founders were mistaken. Without innovations such as political parties and their accompanying norms, the Constitution they so carefully constructed in Philadelphia would not have survived.” (p.213)

So løgið tað ljóðar, er Republikanski flokkurin at síggja til nógv meiri demokratiskur enn Demokratiski flokkurin. Demokratiski flokkurin hevur eitt nógv sterkari “establishment”, er meiri toppstýrdur og forðar við sterkari “gatekeeping” víðgongdum valevevnum at gera seg galdandi. Republikanski flokkurin gevur hinvegin meiri rúm fyri “fólkinum”, og hetta er høvuðsorsøkin til at “populisma” trívist í hesum flokkinum. Gamla establishmentið í “GOP” er í dag bert ein skuggi av sær sjálvum. Fólkahugsjón (populisma) er ikki tað sama sum fólkaræði - tvørt ímóti er fólkahugsjón ofta ein háttur av minka um fólkaræði - kanska ikki altíð beinleiðis tilætlað, men sum úrslit av ódemokratiskum normum, ið ofta - tó ikki altíð - fylgja við hugsjónini.

Sum “The Economist” (20. juli 2024) skrivar í oddagrein: “Reagan Republicanism is all but dead. In recent years the Republican Party has been united around personality, not policy.” Í greinini “The Republican Party’s MAGA future” verður hetta orðað soleiðis: “Republicanism has become synonymous with Trumpism now”, og endurgevandi Oren Cass: “Vance is the most distinctive possible choice [for Mr Trump], which shows that the centre of gravity for the Republican Party has permanently shifted.”

Levitsky og Ziblatt ávara ímóti, at Demokratarnir skulu spæla sama spæl sum Republikanararnir, tí dømini eru nógv um, at hetta bara vil vera við til at legitimera politiska háttin hjá Trump - eins og t.d. Chávez gjørdist stovureinur av sínum mótstøðumonnum (Caldera v.fl.), men fá ár seinni gjørdi Venezuela til eitt sosialistiskt einaræði.

Eg havi áður havt ein heldur “umberandi” hugburð mótvegis Trump, men eftir at hava upplivað einaræðið Kina gjøgnum meginpartin av juli-mánaði, eri eg vorðin uppaftur meiri kritiskur mótvegis einaræðisliga atburðinum hjá Trump. Vit mugu ikki ynskja okkum ein heim, ið verður einaræðisgjørdur, men seta prís upp á fólkaræðisliga frælsið!

Keldur:

  • Steven Levitsky og Daniel Ziblatt, How Democracies Die, Penguin Books (India), 2018.

  • The Economist, 20. Juli 2024. Ymsar greinar.

  • Biden om valgexit: Intet er vigtigere end at redde det amerikanske demokrati. Jakob Høstrup, DR.dk, 25. juli 2024

Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo