Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning eftir § 53, stk. 3 í tingskipanini, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. SS-005/2022 um útboð av loyvum til elframleiðslu úr vindorku

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi útboði av loyvum til elframleiðslu úr vindorku tey komandi árini?

2. Nær kann roknast við at næstu útboðini av hesum loyvum verða lýst?

3. Hvussu nógv feløg hava, síðani seinasta útboð, víst áhuga fyri at seta vindmyllur upp í Føroyum?

4. Nær kann roknast við, at myllurnar koma upp hjá teimum, sum hava vunnið eitt útboð, men framvegis ikki hava fingið myllurnar upp?

5. Kann roknast við, at fleiri myllur fara at steðga tey næstu árini, orsakað av, at tær eru í ringum standi?

Svar:
Til spurning 1.
Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi útboði av loyvum til elframleiðslu úr vindorku tey komandi árini?

Svar: Tað er av alstórum týdningi, at vit eydnast við at røkka málinum um at minka útlátið samsvarandi ásetingunum í parísavtaluni. Til tað krevst m.a., at framleiðslan úr varandi orkukeldum verður økt skjótt.

Sambært § 11, stk. 3, í elveitingarlógini skulu orkumyndugleikin og SEV regluliga meta um framtíðartørv á útbyggingum, tað veri seg við atliti at framleiðslu og neti.

Seinasta almenna metingin um framtíðartørv varð gjørd í sambandi við orku- og veðurlagspolitikkin, sum varð samtyktur á Løgtingi í mai 2022. Framskrivingin vísir, at elframleiðslan skal tvífaldast komandi 10 árini fyri at nøkta ein vaksandi eftirspurning í sambandi við orkuskiftið og røkka málinum um, at oljan skal takast burtur úr elframleiðsluni.

Ein tvífaldan av elframleiðsluni elvir somuleiðis til stórar útbyggingar við atliti at neti, stabiliseringseindum og goymslum, sum SEV hevur ábyrgd av.

Orkumyndugleikin og SEV hava tí gjørt eina nýggja tíðarfesta ætlan fyri útboð av verkum, ið kunnu framleiða el úr varandi orkukeldum. Eisini hevur SEV mett um útbygging av netinum og skipanarberandi tænastum, sum skulu halda netinum uppi.

Ein útbyggingarætlan byggir altíð á nakrar ávísar fortreytir, ið eru galdandi, tá ætlanin verður løgd, og tí er ein útbyggingarætlan altíð ein løtumynd, sum má vera opin fyri broytingum. Vit hava sæð, hvussu skjótt ymiskar fortreytir kunnu broytast. Tøknilig frambrot, ógvusligar príshækkingar á olju, vaksandi íløguhugur í varandi orku, orkuskiftið og krøv um burðadyggar framleiðsluhættir o.a. kunnu elva til, at framskrivingarnar ikki halda. Broytast fortreytirnar munandi, kann tað ávirka útbyggingarætlanina í størri og minni mun. Tí er útbyggingarætlanin eitt broytiligt skjal, sum regluliga verður endurskoðað.

Vit hava eisini sæð, at vindorkuútbyggingar krevja drúgt fyrireikingararbeiði bæði viðvíkjandi umhvørvisárinsmetingum, vindmátingum, atgongd at lendi, broyting av byggisamtykt, útboð, netleiðingum, bílegging av vindmyllum o.s.fr. Tí er umráðandi at arbeiða við fleiri útbyggingum samstundis, so at stígur í einari útbygging ikki elvir til, at øll útbygging steðgar upp.

Tað er við støði í hesum, at orkumyndugleikin og SEV hava lagt eina útbyggingarætlan við einum árligum vindútboði komandi árini.

Til spurning 2. Nær kann roknast við, at næstu útboðini av hesum loyvum verða lýst?

Svar: Sambært útbyggingarætlanini verður arbeitt við at hava eitt alment vindútboð hvørt ár komandi fýra árini, har útbyggingarnar fara at verða gjørdar fleiristaðni í landinum.

Ætlanin er, at eitt útboð verður í Sandoynni í 2023, eitt í Suðuroynni í 2024, eitt í Eysturoynni í 2025 og eitt í Norðurstreymoy í 2026. Eisini eru ætlanir um fleiri útbyggingar í 2026-2029.

Til spuring 3. Hvussu nógv feløg hava, síðani seinasta útboð, víst áhuga fyri at seta vindmyllur upp í Føroyum?

Svar: Eingir ítøkiligir fyrispurningar eru komnir síðani seinasta útboð, men vanligt er, at feløg, ið hava áhuga at seta upp vindmyllur í Føroyum, gera vart við seg, tá ið ítøkilig útboð verða fyrireikað og sett í verk.

Til spuring 4. Nær kann roknast við, at myllurnar koma upp hjá teimum, sum hava vunnið eitt útboð, men framvegis ikki hava fingið myllurnar upp?

Svar: Tað er bert eitt dømi, har eitt felag hevur vunnið eitt útboð og vindmyllurnar av ymsum orsøkum ikki eru komnar upp enn. Talan er um útboðið frá 2019/2020 norðan fyri Eiðisvatn.

SEV og myndugleikin kanna í løtuni møguleikarnar fyri at kunna staðseta eina vindmyllulund sunnan fyri Eiðisvatn í staðin. Verður komið til ta niðurstøðu, at til ber at seta upp eina vindmyllulund har, verður talan um eitt nýtt útboð av loyvi til elframleiðslu úr vindorku sunnan fyri Eiðisvatn. Hetta útboðið verður tó væntandi ikki fyrr enn í fyrsta lagi 2028.

Til spurning 5. Kann roknast við, at fleiri myllur fara at steðga tey næstu árini, orsakað av, at tær eru í ringum standi?

Svar: Vindmyllur, sum í dag hava trupulleikar við rakstrinum, eru tær í Neshaga og í Húsahaga.

Vindmyllulundin hjá SEV í Suðuroy hevur sama slag av vindmyllum sum tær í Neshaga og í Húsahaga. Tað er tó ov tíðliga enn at siga, um hesar kunnu væntast at fáa somu trupulleikar, sum nakrar av hinum vindmyllunum hava havt. Átøk eru gjørd fyri at minka um sannlíkindini fyri, at trupulleikar verða við hesum slagnum av vindmyllum. Talan er um átøk, sum framleiðarin stendur fyri at gera, so sum at skerma betur fyri, at væta treingir inn í generatorin. Slíkar tillagingar eru longu gjørdar í vindmyllum av sama slag, sum eru uppsettar seinni, og enn eru ongar ábendingar um, at tillagingarnar ikki virka eftir ætlan.

Umhvørvismálaráðið, 3. mai 2023
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo