Vinnuligi valfundurin, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri verður í Løkshøll í kvøld kl. 19.
Valevni fyri allar politisku flokkarnar luttaka á valfundinum, og áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar. Óluva Zachariassen og Kári Mikkelsen eru orðstýrarar.
Høvuðsspurningarnir, ið verða settir á valfundinum verða:
1. Hvussu fáa vit útvegað nóg mikið av skikkaðari arbeiðsmegi til at loysa tær samfelagsuppgávur, sum føroyska samfelagið hevur tørv á.
2. Hvussu skipa vit sum heild umstøðurnar hjá føroysku vinnuni, so vit fáa framhaldandi vøkstur og góð størv.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Føroyaflokkurin | Hjalmar Zachariassen |
Javnaðarflokkurin | Aksel V. Johannesen |
Javnaðarflokkurin | Sjúrður Skaale |
Sambandsflokkurin | Bárður Nielsen |
Sambandsflokkurin | Magnus Rasmussen |
Framsókn | Poul Michelsen |
Framsókn | Ruth Vang |
Miðflokkurin | Bill Justinussen |
Sjálvstýrið | Jógvan Skorheim |
Sjálvstýrið | Bárður Kass Nielsen |
Tjóðveldi | Høgni Hoydal |
Tjóðveldi | Bjørt Samuelsen |
Fólkaflokkurin | Jørgen Niclasen |
Fólkaflokkurin | Bjartur Nolsø |
Framtakið | Arnfinn á Birtuni |
Framtakið | Hallur Arngrímson |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo