Fróðskaparsetrið: Mikudagin 19. juni 2019 frá kl. 10 – 12 verður almenn postaraframløga í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.
Høvi verður at síggja postarar, har nýútbúnir Bachelorar í sjúkrarøktarfrøði og Master í fólkaheilsu lýsa tær verkætlanir, sum tey hava gjørt á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum í vár, umframt at práta við tey um verkætlanirnar.
Verkætlanarevnini eru:
Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing
1. Andalig umsorgan
2. Avbjóðingar í interkulturella samskiftinum
3. At liva við typu 2 diabetes
4. At røkta menniskju við persónsmenskuórógvi
5. Børn við sálarligum avbjóðingum
Master í Fólkaheilsu
1. Ein meting av sjúkutilburðum av SpA í Føroyum, ein afturlítandi observatiónskanning
2. Samband millum D-vitamin og astma í einari føroyskari burðarkohortu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo