Í fyrstu semifinaluni av ársins Eurovision Song Contest, sum var í Rotterdam í kvøld, gekk tað stórt sæð, sum spátt var frammanundan.
Tey tíggju londini, sum er klár til stóru finaluna leygardagin, eru:
Noreg, Ísrael, Russland, Aserbadjan, Malta, Litava, Kýpros, Svøríki, Belgia og Ukraina.
Londini, sum ikki komu víðari, vóru Slovenia, Norðurmakedonia, Írland, Kroatia, Romenia - og fyri fyrstu ferð nakrantíð Avstralia.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo