Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Syngjandi komu tygum upp í seingina, og syngjandi lógu tygum,
inntil tygum bórust burtur í blundi, syngjandi somu songir,
sum høvdu ljóðað við vøggu tygara og vøggu foreldra tygara og vøggu foreldra teirra,
og svá ættarlið eftir ættarlið...

(sigur K.O. Viderø um móðir sína í Ferðini til Jorsala)

Allahalgannasunnudag, 3. novembur kl. 17, hevur Kirkjukórið Ljómur árligu allahalgannakonsertina við offurgudstænastu í Vágs kirkju.

Hendan afturvendandi hátíðarløtan, sum nú í 80 ár hevur savnað fólk til konsert og takkargudstænastu í Vági.

Prestur er Patrick Conway de Neergaard.

Hóast høgættin enn ikki er komin fyri seg suðuri á landi, so "hvítna tindar fjøllum á" í Vágs kirkju sunnudagin.

Á skránni eru føroyskir og útlendskir sálmar og sangir.

Petur Martin Johannesen stjórnar kórinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo