Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Runavíkar kommuna ikki svaraði fyrispurningi frá klagara um eitt byggimál. Hóast talan var um mál, sum byrjaði fyri gott tveimum árum síðani, og klagarin hevði sent teldupostar til kommununa, starvsfólk hjá kommununi og til býráðslimir, so hevði kommunan ikki skrásett teldupostarnar og ikki svarað klagaranum.
Umboðsmaðurin gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri ikki at hava handfari málið nøktandi.
Ein borgari klagaði um, at Runavíkar kommuna ikki svaraði hansara fyrispurningi um eitt byggimál.
Borgarin hevði við teldupostum javnan yvir 2 ár spurt Runavíkar kommunu, íroknað eitt starvsfólk hjá kommununi og nakrar býráðslimir, um byggiloyvi kravdist til ta bygging, sum granni hansara var í gongd við millum hús teirra, og um hann hevði fingið loyvi frá kommununi til hesa bygging.
Hóast teldupostarnar til kommunu, starvsfólk og býráðslimir, so segði kommunan seg ikki kennast við málið, og at málið var ikki skrásett í journalini og ikki viðgjørt.
Umboðsmaðurin vísti á, at sum meginregla hevur kommunan sum almennur myndugleiki skyldu at svara fyrispurningum frá borgaranum og at avgreiða mál skjótast gjørligt. Eisini vísti umboðsmaðurin á, at ein kommuna hevur skyldu til at hava slíkan røkiskap í síni skjalagoymslu, at til ber at prógva, hvørji skjøl eru í einum máli, og hvør viðgerð er farin fram.
Vísandi til, at fyrispurningurin frá borgaranum var av slíkum slag, sum krevur eina málsviðgerð og svar frá kommununi, helt umboðsmaðurin, at tað var ikki nøktandi fyrisiting, at fyrispurningurin hevði ligið ósvaraður í gott tvey ár. Umboðsmaðurin helt eisini, at tað var als ikki nøktandi, at kommunan tykist ikki at hava greiðu á, hvat var hent við málinum.
Samanumtikið gav umboðsmaðurin Runavíkar kommunu eina átalu fyri ikki at hava handfari málið nøktandi. (LUM 23/13510)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo