G! Festivalurin: Algirski rapparin og sangarin Soolking, við meira enn 2,6 milliardum spælingum á Youtube, kemur á G!
Soolking, sum nú býr í Fraklandi, umboðar eina serliga blanding av modernaðum popputum hipphoppi, blandað við eyðkenda sangstílin og sorgblíðu melodistrofurnar úr norðurafrikanska rai-tónleikinum, við einum góðum dismi av autotunara á.
Sangmálið er franskt og arabiskt.
Soolking er vorðin eitt risastórt navn, fyrst í franskttalandi partinum av heiminum, og nú eisini meira og meira á øðrum marknaðum.
Føroyingar fáa nú høvið at hoyra, hvat alt vásið snýr seg um, tá ið Soolking spælir á G! í summar.
Billboard skrivar um Soolking, at hann hevði sín egna rapp-bólk, sum fekk lutfalsliga góða viðgongd í heimlandinum Algir.
24 ára gamal flutti hann til París, har hann búði og arbeiddi sum ólógligur tilflytari - og gjørdi tónleik í frítíðini. “Eg rindaði sjálvur fyri studio-upptøkurnar, produseraði alt mítt tilfar sjálvur, og rindaði fyri lýsingar á internetinum,” greiðir hann Billboard frá.
Í 2017 spældi hann á smærri klubbum og konsertstøðum, og gav løg út á netinum. Vend kom í tá ið ein av kendastu rapparunum í Fraklandi, Sofiane, bjóðaði honum sáttmála við plátufelag sítt og tók hann við at framføra í eini væl umtóktari útvarpssending í Fraklandi.
Soolking framførdi lagið Guérilla, sum snýr seg um søguna um hann sjálvan.
Framførslan fór sum eldur um alnetið og hevur meira enn 343 milliónir vísingar á youtube.
“Viðgongdin, eg fekk við Guérilla, var nakað, sum eg hevði arbeitt fyri og roynt at bygt upp í fleiri ár,” segði Soolking við Billboard.
The Guardian skrivar um Soolking, at tónleikur hansara er vorðin nakað, sum fólkið í Algir er sera errið av, og sum er við til at sameina ein tjóð, har nógv stríð og politiskt rumbul hevur verið seinastu árini.
Ein blaðmaður fyri størstu avísina í Algir, El Watan, skrivaði um Soolking, at “fyri ungar algirar er hansara ímynd á sama støði sum tann hjá Riyad Mahrez”, liðformanni á fótbóltslandsliðnum og stjørna í Premier League.
Sangurin, Liberté, hjá Soolking, gjørdist eitt slag av eyðkennislagi fyri mótmælini í gøtunum í Algir í 2020
Tónleikurin er fangandi og dansivinarligur, modernaður, men við rót aftur til algirska upprunan.
Í 2022 rakk sangurin Suavemente nummar eitt á franska singlehittlistanum, og sangurin Balader var á øðrum plássi.
Soolking hevur millum annað vunnið virðisløn fyri “Best New Francophone Artist” og MTV Europe Music Award fyri “Best French Act”, ávikavist í 2019 og 2020.
Enn ber til at spara 300 kr. í sambandi við keyp av atgongumerki, áðrenn prísurin fer upp á miðnátt 15. mai.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo