Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tað eru tíggju ár síðani, at Alexandur Kristiansen læt sítt seinasta yrkingasavn út. Nú er hann aftur á pallinum sterkari enn nakrantíð.

Tittulyrkingin er ein hugvekjandi og tølandi tekstur, sum sigur frá, at í skýmingini slíta oyggjarnar seg leysar úr botni.

Eins og yrkjararnir undan romantikkini vistu, so veit høvundurin, at í skýmingini er markið millum himmal og jørð burturi. Hesi gerast eitt. Tað er tá, at yrkjarans hugflog er máttmiklast og tær andaligu kreftirnar sterkast. Yrkingin endar við hesi hugkveikjandi myndini:

"Eisini stóru ferðamannaskipini víkja viðhvørt frá síni kós / tá ið mánin spakuliga hálar í tey".

Onkur yrking leggur fyri við hálovan av ymiskleikanum í tí føroyska grasinum, men endar við hesi poltisku niðurstøðu:

"Og kortini eftir so nógv ár / er tað føroyska grasið framvegis danskt".

Ímeðan onkur onnur yrking hevur tað fullkomiliga eyðsæddu niðurstøðuna um Nólsoynna: "Hennara frávera er altíð / nærindis".

Savnið er annars sett saman av natúrlýsingum, hugleiðingum um málningalist, hvat tey deyðu gera í sínum fríløtum, menn undir hatti, busstúrar og mangt, mangt annað. Yrkingarnar eru grundandi, skemtingarsamar og bersagnar alt í senn.

Tann seinasti teksturin endar við hesum reglum um sólina: "sum støkkur upp hvønn morgun / sum var hvør dagur tann fyrsti".

Eini ráð, sum lesarin kanska átti at gjørt til síni egnu:

Alexandur Kristiansen: Flotoyggjar.  Føroyaprent prentaði og gjørdi permuna. Mentunargrunnur Studentafelagsins,  89 bls. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo