07 Vestur: Albert Theis Nielsen, sum hevur røtur í Sørvági, hevur roynt seg í fleiri feløgum á keypmannahavnar-leiðini seinastu árini, har hann hevur fingið nakrar dystir í donsku 2. deild, umframt hjá EB/Streymi. Seinastu tíðina hevur hann so megna at sannført Heðin Askham um, at hann hevur nakað at bjóða okkum.
Albert spælir, sum skilst, helst á offensivu plássunum, á miðjuni, ella í álopinum. Hann fekk eisini ein hálvleik í venjingardystinum móti ÍF í gjár, sum endaði 1-1, eftir at Erling Myklebust javnaði uppá brotsspark.
Vit ynskja Albert vælkomnum í felagið og blíðan byrð!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo