Wael al-Dahdouh, sum er korrespondentur fyri Al Jazeera í Gaza, hevur mist alla familjuna í einum ísraelskum loftálopi, skrivar TV 2.
Talan er um konu hansara, son, dóttir og abbabarn.
Familjan var farin úr norður-Gaza til Nuseirat-flóttafólkaleguna, sum týskvøldið var álopin frá luftini.
- Ísraelski herurin segði, at økið var trygt, so familjan hjá mær fór hagar. Men deyðin fylgdi við teimum ... Loftálopini eisini, sigur Wael al-Dahdouh sambært The Guardian.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo