Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tvøroyrar kommuna: Í annaðkvøld, tórskvøldið 2. mai, verður hugnaliga Seglloftið í miðbýnum á Tvøroyri, karmur um forkunnugt tiltak, nú Umhvørvisvika er í kommununi.

Lívmargfeldið (biodiversiteturin) er víðfevnt og vit hoyra dag og dagliga um antin minking ella vøkstur í fiskastovnum og fuglastovnum. Lívmargfeldið er tó so sera nógv annað og fellur ein liður í “ketuni” burtur, kann hetta hava víðfevndar avleiðingar fyri aðrar partar av henni.

Í annaðkvøld fáa vit vitjan av Setrinum og er tað Svein-Ole Mikalsen, dr. Philos og professari í mýlskari lívfrøði, ið kemur at tosa um lívmargfeldið, ið vit vanliga ikki hoyra um.

Vit hava eisini fingið vitjan av Jón Aldará, ið starvast sum lívfrøðingur á Setrinum. Jón hevur millum annað gjørt eygleiðingar av kjógvastovninum sunnalaga í Suðuroynni. Jón hugleiðir um hetta og annað, ið hann dagliga tekst við.

Tónleikainnslagið hesaferð er úr Kollafirði og er tað eingin annar enn navnframi Jens Marni Hansen, ið kemur at syngja nøkur løg fyri okkum.

Kaffi, the og okkurt aftir við, verður at fáa frá Bindi.

Tiltakið, kaffi og afturvið, er alt ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo