Hagafelag Føroya hevur 22. juni 2021 sent Búnaðarstovuni soljóðandi skriv við avriti til Vinnumálaráðið:
Hagafelag Føroya fer við hesum at heita á Búnaðarstovuna um at syrgja fyri, at gjaldsportrið í Saksun verður tikið niður alt fyri eitt.
Nú hevur portrið staðið í skjótt tvey ár, og Hagafelagið undrast almikið á, at Búnaðarstovan, sum varðar av festinum í Saksun, ikki hevur givið festaranum boð um at taka portrið burtur.
Fólk hava í øldir gingið hesa leiðina út á Lónna í Saksun – til á sumri í 2019, tá festarin knappliga setti eitt gjaldsportur við hegni og píkatráði upp. Síðan portrið kom, hava fólk ikki kunnað gingið hesa leiðina út at njóta náttúruna uttan at gjalda.
Ein rættur og ein aldargomul siðvenja er á hendan hátt skúgvað til viks av einum festara, sum nú forðar fólki at fara til hetta økið, um tey ikki koyra gjaldskortið gjøgnum hansara gjaldsportur.
Hetta er sera problematiskt og er í stríð við ta siðvenju, sum føroyingar hava at fara út í haga og fjøru at njóta náttúruna.
Herfyri staðfesti landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum í svari upp á fyrispurning í løgtinginum, at gjaldsportrið neyvan er lógligt, og at portrið forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt at ferðast.
Hagafelagið vil staðiliga heita á Búnaðarstovuna um at bera so í bandi, at gjaldsportrið í Saksun verður tikið niður, og at Búnaðarstovan samstundis forðar fyri, at slík portur verða sett upp í Føroyum.
Nevndin í Hagafelag Føroya
Rúna Hjelm, forkvinna
Magnus Gaard, næstformaður
Óluva Zachariasen
Eyðun Húsgarð
Eydna Klakkstein Thomsen
Hagafelagið hevur enn ikki fingið nakað svar frá Búnaðarstovuni.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo