Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eru fjølmiðlarnir blivnir nakrir slipsasleikjarar?

Teir hava drigið fólk til mikrofonina og skíggjan, sum fullkomuliga einki kenna til nakað sum helst, at mangla nakað sum helst.

Hvar eru feløgini
Arbeiðsmanna- og kvinnufeløgini og kanska kundi fiskimannafelagið havt áhuga í hesum, tí tað eru nógvar sjómanskonur, sum standa og striðast á virkjum, ikki eitt orð er at hoyra.

Eg lurtaði
Hervør Pálsdóttir, Jørgin Niclasen og ein onnur, sum var formaður eina ella aðrastaðni.

Ikki at gloyma Sólvit Nolsøe, tað var hann, eg helt fara at siga okkurt skilagott, men har var einki at heinta.

Hervør Pálsdóttur var greið, hon stillaði seg greitt á arbeiðarans síðu.

So kom ein, sum hoyrdi heim á einum virkið, sum einki hevur við fiskavirkisskipanina at gera, hesin arbeiddi á Bakkafrost. Hann var greiður, teir høvdu ikki brúk fyri hesum.

Tað eru virkir, sum einki hava við hesa skipanina at gera.

Maðurin á landingarmiðstøðini segði nakað skilagott. Fólkið, sum er komið at arbeiða á landingarmiðstøðini – útlendingar – hava ikki loyvi at flyta seg 40 metrar, at egna nakrar stampar, tá uppiløga er, so bátarnir sleppa útaftur.

Tit fínu, vita tit hvat uppiløga er? Tað er tá virkini, tey smáu, liggja still og ikki fáa fisk. Broytið hetta sum skjótast.

Koyrið tey burtur úr, sum hava milliónayvirskot. Og latið tey smáu virkini fáa frið, tey eru ikki nógv.

Eg haldi, at tað var Sólvit sum segði, at fiskavirkisskipanin forðaði fólki at fara í fast starv, er hansara meining, at virkini skulu stongja?

Fiskavirkisskipanin hevði nærum einki kosta, Eyðfinn Jacobsen, um tit tordu at gera hetta ordiligt til tey smærru fiskavirkini. Peningin fær landið aftur í skatti, kommunurnar fáa skatt, soleiðis livur samfelagið.

Og ikki bara frá teimum, sum renna sum fluga í fløsku við Excel-ørkum.

Nú seta vit álitið á landsstýriskvinnuna Ingilín Strøm.

Gerhard Lognberg
Borgarstjóri
Skopunar Kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo