Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri eini 2 árum síðan kjakaðust skilagóði fiskimaðurin og reiðarin, Osmund Justinussen og almennu byrokratarnir á Havstovuni í miðlunum um, hvat var rætt at gera, táið tað bragdaði aftur við botnfiskastovnum undir Føroyum.

Osmund mælti staðiliga til at fiska, meðan fiskur var. Byrokratarnir mæltu frá (sum vant) og snørdu um, tí nú skuldi fiskurin 'sparast' til seinni.

Osmund fekk rætt sum vant. Nú er nærum fiskaloysi, eftir at toskurin hungursstungin kanibaliseraði seg sjálvan og sutlaði skarn úr hvørjum kloakkrøri, sum rann út á sjógv.

Byrokratar taka onga ábyrgd av vanlukku fylgjunum av síni hugmóð og betrivitan.

Kann onkur rokna út, hvussu nógv tons av botnfiski fiskimenn skulu veiða fyri at fíggja nýggja 'krígsskipið' hjá Havstovuni ímóti føroyskum fiskimonnum og prísin fyri teir 20 nýggju byrokratarnar, ið helst eru starvsettir aftrat fyri at manna og granska við Jákup Sverra.

Lat ta skammleysu amatørismuna á Havstovuni fara. Tað, ið pínir nógv fólk, ið hava vanligt vit og skil fyri ella liva av fiskivinnu, er tann hugmóðin, ið byrokratarnir á Havstovuni, vísa, tá teir aftur og aftur mistaka seg, uttan at tað kostar teimum nakað, men tað tekur breyðið úr munninum á fiskimonnum, teirra skipum, bátum, virkjum, (mest umráðandi) teirra familjum og eisini pengamissin hjá samfelagnum.
 
Kundu hesir almennu 'tænararnir' á Havstovuni ikki funnið uppá at greiða frá, hví teir tóku feil aftur hesuferð? Er ’fiskifrøði’ bert glantrileikur fyri Havstovuna, men rama álvara fyri fiskimenn, sum skulu gjalda fyri almenn mistøk ella pásettliga betrivitan?

Ella skulu vit bara halda fram at uppliva, at byrokratarnir hava vakrar ætlanin, sum fáa katastrofalar fylgjur, halda seg vera ov góðar til at biðja umbera seg fyri síni vanlukkuligu mistøk, ið kosta føroyskum útflutningi og búskapi milliardir millum ár og dag.

Heimagangandi útróðrarmaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo