Nógvir bilførarar eru farnir um Suðuroyafjørð seinastu dagarnar, tí har hevur verið einasta stað sum til ber at keypa bensin, nú ímeðan verkfall er.
Men bensin og brennievni skal flytast í góðkendum íløtum og avmarkaðum nøgdum. Og tað gjørdi ein bilførari ikki, sum royndi at flyta bensin í plastikposum, men bleiv uppdagaður av manningini, sum kannar akførini sum koma umborð.
Viðkomandi spældi av við vandamikla farmin, men sleppur sum skilst undan nakrari revsing.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo