![Havbunadarfelagid 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/b/3/csm_Havbunadarfelagid_01_78d24eff30.jpg)
![Havbunadarfelagid 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/b/3/csm_Havbunadarfelagid_01_78d24eff30.jpg)
Vinnuhúsið: Týsdagin 13. juni var aðalfundur í Havbúnaðarfelagnum. Havbúnaðarfelagið er vinnugreinafelag fyri feløg, sum virka innan aling í Føroyum.
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Hans Jákup Mikkelsen og Regin Jacobsen. Báðir vórðu afturvaldir. Triðji nevndarlimurin Atli Gregersen, stóð ikki fyri vali hesaferð.
Á aðalfundinum legði nevndin fram ársfrágreiðingina fyri gongdina í alivinnuni farna árið, og kann frágreiðingin síggjast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo