Granskarar frá danska Statens Serum Institut (SSI) hava staðið á odda í eini nýggjari stórari kanning av kovid-19 vaksinum við heili 99 milliónum luttakarum frá átta londum.
Saman við granskarum úr øllum heiminum hava SSI-granskararnir kanna vandan at fáa álvarsom hjáárin í 42 dagar eftir yvir 242 milliónir skamtur kovid-19 vaksinu.
”Álvarsom hjáárin av kovid-19 vaksinum, sum vit hava brúkt mest her hjá okkum, eru sjáldsom. Og tað er framvegis niðurstøðan eftir heimsins til dato mest umgfatandi kanning av trygdini,” er niðurstøðan hjá Anders Hviid, professara, sum hevur verið við í at samskipa kanningina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo