Hagstovan: Í februar vórðu um 900 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru slakar 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 2,7%.
Lønargjaldingarnar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020. Seinastu hálva árið hevur ferðin í lønargjaldingunum verið avtakandi og vøksturin hevur ikki somu ferð, sum undan koronufarsóttini. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum.
Menninir 560 milliónir og kvinnurnar 340 milliónir
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum.
Í februar áttu menninir 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 62% av útgoldnu lønunum. Tað eru 10 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 341 milliónir, sum eru 14 milliónir meira enn sama mánað í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo