Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Undirskriftarinnsamlingin, sum knørrastuðlar hava skipað fyri seinastu dagarnar í sambandi við uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, er nú endað, og hon fekk góða undirtøku.

832 undirskriftir komu inn, og hesar fara nú at verða handaðar løgmanni við áheitan um at gera ávirkan sína galdandi, so at Róðrarfelagið Knørrur kann verða verandi í Evensens pakkhúsi, inntil felagið um trý ár fær tak yvir høvdið og kann flyta í egin hølir.

Løgmaður er verji hjá føroyskum ítrótti, og tað er í hesum leikluti, at hann fær handaða áheitanina við teimum 832 undirskriftunum.

Funnin verður nú ein dagur, tá ið tað liggur fyri hjá løgmanni at taka ímóti undirskriftunum.

Innsamlingin hjá knørrastuðlum fór fram á heimasíðuni skrivunder.net frá 17. til 22. februar 2022.

Vegna knørrastuðlar takkar nevndin í Róðrarfelagnum Knørri so hjartaliga hvørjum einstøkum av tykkum, sum stuðlaðu undirskriftarinnsamlingini.

Við róðrarkvøðu,
nevndin í Róðrarfelagnum Knørri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo