Fróði Hansen læt á sumri í 2019 frá sær føroysku heildarútgávuna Hola, ið hevur fingið góð ummæli bæði í Føroyum og uttanlands, og nú er sama útgáva eisini útgivin á youtube við sjónbondum til løgini.
Sjónbondini eru gjørd av Bárði Dal Christiansen, Brian Samson, Daniel Bezares og Poul Arna Klein.
Tónleikarar á útgávuni eru: Fróði Hansen, Mattias Kapnas, Per Ingvald Højgaard Petersen, Andreas Tykjær Restorff, Unn Paturson, Guðrið Hansdóttir, Eyð Steinbjørnsdóttir.
Theodor Kapns hevur upptikið og ljóðblandað útgávuna í Studio Bloch.
Í apríl fer Fróði við manning á tónleikaferð í Russlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo