Nú freistin at søkja um endurnýggjan av sjóvinnubrævi gongur út, vanta enn 775 umsóknir sambært hagtølunum hjá Sjóvinnustýrinum.
Sjóvinnustýrið hevur í miðlunum heitt á sjófólk um at senda umsókn áðrenn 1. september fyri at tryggja, at sjóvinnubrøv kunnu verða dagførd sambært nýggju reglunum áðrenn 1. januar, tá tey gomlu ganga út.
So nógvar umsóknir liggja í løtuni niðurfyri, at viðgerðartíðin er 10 vikur. Tí ræður um at senda umsókn skjótast gjørligt um sjófólk vilja tryggja sær at kunna mynstra eftir 1. januar.
Navigatørar við handilsskipum og øll maskinfólk eru fevnd av nýggju krøvunum.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum, fma.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo