Fólk úr nærum 200 londum hava roynt møguleikan at vitja Føroyar gjøgnum telduna við Remote Tourism tiltakinum hjá Visit Faroe Islands síðani 15. apríl, tá tiltakið byrjaði.
Tilsamans hava 700.000 'vitjað' Føroyar, upplýsir Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
- Vit eru púra tikin á bóli, og hetta vísir, at áhugin fyri Føroyum framvegis er stórur, sigur Guðrið Højgaard í stuttari viðmerking.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo