Í dag bleiv trivnaðarpakkin, sum Tórshavnar kommuna letur í sambandi við ruddingardagarnar, latin vinnarunum.
Vinnarin bleiv 5.b í Skúlanum á Fløtum.
Vinningurin, sum er áljóðandi 5.000 kr, bleiv handaður børnunum av Turið Horn, forkvinnu í náttúru- og umhvørvisnevndini.
Børnini vóru sera fegin fyri vinningin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo