At eg ikki var vøkur gjørdist mær ein signing. Tað fekk meg at dyrka mínar innaru gávur. Vakurleiki er ein forðing fyri kvinnuna
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

VP hevur biðið um innlit í eftirlønir hjá løgtingsfólkum, tingformonnum og landsstýrisfólkum, og nú hevur Løgtingsskrivstovan svarað viðvíkjandi løgtingsfólkum og løgtingsformonnum.

Tað er Løgmansskrivstovan sum hevur fingið innlitsumbøn frá VP viðvíkjandi landsstýrisfólkunum, men hevur ikki svarað enn.

Her eru spurningar (skráskrift) og svar frá Løgtingsskrivstovuni:

Fyrrverandi tingmenn:

Hvussu nógvir fyrrverandi løgtingsmenn – løgtingsfólk – fáa pensjón?

- Tað eru 46 fólk, sum fáa útgoldið eftirløn frá Løgtinginum. Hendan verður antin goldin fyrrverandi løgtingsmanni ella eftirlivandi hjúnafelaga, sum hevur rætt til 74% av eftirlønini hjá tingmanninum.

Hvat er hægsta og lægsta gjald hesi fáa um mánaðin?

- Hægsta útgjaldið er (í august í ár) 31.171,27 kr. og lægsta útgjaldið er 1.929,44 kr.

Hvussu nógv er hetta tilsamans um mánaðin?

- Samlaða eftirlønarútgjaldið fyri august er 684.118,97 kr.

Fyrrverandi løgtingsformenn:

Hvussu nógvir tingformenn/løgtingsformenn fáa pensjón?

- Tað eru 2 fyrrverandi løgtingsformenn, sum fáa eftirløn frá tinginum í løtuni.

Hvat er lægsta og hægsta gjald sum verður útgoldið um mánaðin?

- Lægsta útgjaldið til fyrrverandi løgtingsformann er 22.108,93 kr. og hægsta útgjaldið er 31.171,27 kr. Hesi tøl snúgva seg um tíðina sum løgtingsformaður og sum tingmaður.

Hvussu nógv er hetta tilsamans um mánaðin?

Samlaða mánaðarliga útgjaldið er í løtuni 53.280,20 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo