![B 67](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/5/4/csm_B_67_29d4a452d0.jpg)
Tey 16, ið luttóku á B-dómaraskeiðnum - Mynd: www.FSF.fo
![C 26](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/1/0/csm_C_26_e08b88271d.jpg)
Tey 11, ið tóku lut á C-dómaraskeiðnum – Mynd: www.FSF.fo

FSF: Sum liður í at útbúgva fleiri dómarar til føroysku fótbóltskappingarnar, skipar Fótbóltssamband Føroya javnan fyri skeiðum. Og farna sunnudag varð skipað fyri C- og B-dómaraskeiði í FSF-húsinum í Havn.
11 luttakarar vóru á C-dómaraskeiðnum, meðan 16 dómarar tóku lut á B-dómaraskeiðnum.
Fyrsta skeið í samband við dómaraútbúgvingina, er “FSF Dómarin”, og eftir at hesi síðani hava verið virkin sum dómarar í eitt ár ella meir, verður fari víðari til C-dómaraskeiðið, og síðani B-dómaraskeiðið.
C-skeiðið gevur millum annað frálæru í “Teori”, “Video”, “9,15 metrar” og “Fyrisiting”. Á B-dómaraskeiðnum verður undirvíst í “Leiðslu”, “Hvussu selur tú boðskapin til spælararnar”, “Klundursstøður”, “Plasering” og annað.
Bæði skeiðini vórðu skipaði sum ástøði og praktik. Praktiski parturin var á niðaravølli í Gundadali, meðan tann ástøðiligi var í FSF-húsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo