![Parkeringsoeki a ska latroed web ny ggj](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/8/0/csm_parkeringsoeki-a-ska-latroed_web_ny-ggj_a0ea63607a.jpg)
![Parkeringsoeki a ska latroed web ny ggj](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/8/0/csm_parkeringsoeki-a-ska-latroed_web_ny-ggj_a0ea63607a.jpg)
Tórshavnar kommuna: Til tess at skapa parkeringsmøguleikar til tey, ið hava tørv á parkering í styttri tíð á Skálatrøð, t.d. tá báturin skal eftirhyggjast, ella tá ein skal á matstovu, verður partur av parkeringsøkinum umskipaður.
Tí er farið undir at frámerkja 24 básar, sum skulu hava tíðaravmarkingina tveir tímar í staðin fyri átta tímar, sum er galdandi í løtuni.
Kunnað verður nærri, tá ið arbeiðið er liðugt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo