Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsustýrið: Luttakaratalið í FarGen 2 hevur rundað 3.100, og sostatt eru bert knøpp 400 pláss eftir. Samansetingin av luttakarum er í rímiligum samsvari við málini, men stórur tørvur er tó á luttakarum, sum hava diabetes 2.

Diabetes 2 er ein av sjúkunum, sum FarGen 2 kannar. Kanningarnar verða gjørdar samanberandi, og ílegu- og heilsudátur hjá sjúkum verða samanbornar við dátur hjá frískum fyri at vita, um til ber at staðfesta munir ella ávís mynstur í dátunum. Málið er at útvega vitan, sum kann vera við til at menna persónlagað medisin. Persónlagað medisin byggir á vitan um ílegurnar hjá einstaklinginum og letur upp fyri at málrætta viðgerðina meira.

Fyri hagfrøðisligu styrkina í kanningunum er tørvur á lutfalsliga nógvum luttakarum við diabetes 2. Ítøkiliga er málið at fáa í minsta lagi 220 diabetessjúklingar afturat við fyri at røkka málinum, sum er 350 luttakarar.

Til ber at fáa nærri kunning og tekna seg til FarGen 2 við at fylla út eitt spurnablað á Vanganum á síðuni hjá Heilsustýrinum.

FarGen 2 fór í gongd við at útvega luttakarar í 2022, og væntandi verður komið á mál seinni í ár. FarGen ger ílegu- og heilsukanningar av føroyingum og savnar úrslitini í einum granskingardátugrunni.

Granskingarverkætlanir fara at kunna søkja um loyvi at granska í dátunum, og samtykki krevst frá luttakarunum til hvørja verkætlan sær. Tað er Heilsustýrið, sum umsitur FarGen.

Meira kunning fæst á www.fargen.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo