Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Caritas:Hjálparfelagsskapurin Caritas Danmark, sum Føroyar eru við í,  hjálpti treingjandi barnafamiljum við jólahjálp í ár. Hetta er fyrstu ferð at Caritas hevur tikið stig til at lata jólahjálp í Føroyum.

Tað er eitt vaksandi tal av familjum, sum hava tað trupult við at fáa endarnar at røkka saman og eru í fíggjarligari trongstøðu upp til jóla. Teir hjálparfelagsskapir, sum longu eru aktivir í Føroyum, boðaðu frá einum so stórum tali av umbønum um jólahjálp, at teir neyvan kláraðu at nøkta tørvin.

Ásannandi hesi viðurskifti fór Caritas at hjálpa til við at jólini kundu gerast góð fyri flest møgulig.

Caritas gav ein jólapakka við einum gávukorti frá FK áljóðandi kr 700,- saman við einari karameleskju fra “Poul Michelsen”.  Harumframt høvdu skúlabørn í Santa Frans skúla samlað inn pening til “fátøk í Føroyum” við at hava ein loppumarknað. Tey vóru røsk at samla inn, og lótu sostætt 150 kr vóru í hvønn jólapakka. Ein lítil rest leyp av av peningi, sum fór til jólagávur til Herbergi, eitt jólatiltak sum The Body shop stóð fyri.

Jóalpakkin var ætlaður familjum og einstaklingum í veruligari trongstøðu og ikki væntaðu at fáa hjálp frá øðrum hjálparfelagsskapi. Vit bóðu ikki um skjalprógv fyri trongstøðuni, men appelleraðu bert til samvitskuna hjá tí einstaka. Ein familja kundi bert fáa ein gávupakka. Vit mettu soleiðis at kunna náa út til fleiri sum vóru í fíggjarligari trongstøðu, og kortini ikki høvdu søkt hjálp, men sum kanska onkusvegna vóru dottin niður millum stólarnar.

Teir hundrað pakkarnir vóru latnir sera takksomum familjum og einstøkum, sum somuleiðis høvdu tað trupult til jóla. Eini 200 børn vóru í familjunum, sum fingu hjálp.

Tiltakið var lýst á portalunum, umframt at KVF hevði ein tíðindastubba um gávupakkarnar. Vit vóru í samstarvið við lyklapersónr ymsastaðni í Føroyum, sum hjálpti væl til at breiða út henda møguleika.  Harafturat fingu við hjálp frá fleiri persónum at deila pakkarnar út runt Føroya land, soleiðis at ongin tørvaði at koma at heinta pakka í kirkjuni, um langt var at koyra/sigla til Havnar. Í hesum sambandi vilja vit serstakliga takka Randi Waag Høgnesen fyri hennara hjápsemi at koyra langar teinir fyri at útflýggja jólapakkar.

Jólabasarur
Í adventstíðini savnaði Mariukirkjan pening inn til Caritas. Endamálið við innsavningini var at veita stuðul til viðkvæmar familiur í Grønlandi, Føroyum og Danmark. Í hesum sambandi var ein basarur fyriskipaður í kjallaranum í Mariukirkjuni tann 10. December kl 12:30, har møguleiki var fyri at ognað sær onkran góðan lut og lata eitt oyra til Caritas. Fólk vóru røsk at lata okkum lutir, tað takka vit fyri. Kaffi og køkur vóru at fáa undir tiltakinum, eisini var uppboðssøla og lutaseðlar vóru seldir. Tilltakið var sera væl vitjað og innsavnað varð kr 29.000.-

Vit sum arbeiddu fyri hesum tiltaki at veita jólahjálp og savna pening inn sita eftir við eini góðari kenslu. Ikki sørt at tað var rørandi at handa pakkarnar. Tað var gleðiligt at heilsa uppá tey sum komu í kirkjuna at heinta pakka og ynskja hvør øðrum gleðilig jól.

Fleiri greiddu frá tá tey søktu, um teirra tørv og støðu tey vóru í, hóast tað ikki var eitt krav, og fortaldu frá hvussu væl henda hjálp kom við. Onnur takkaðu innarliga fyri á mailinum.

Um Caritas
Caritas er en katólskur altjóða hjálparfelagsskapur, som virkar í yvir 200 londum í heiminum. Felagsskapurin veitir humanitera hjálp, sosialan stuðul og luttekur í menningarverkætlanum, sum eru vendar móti teimum mest viðkvæmu bólkunum í samfelagnum. Caritas veitir eisini neyðhjálp til katastrofu- og konfliktrakt økir. Høvuðsendamálið er at fremja sosialt rættvísi og samhaldsfesti. Hjálpin verður veitt har tørvurin er størstur, uttan mun til nationalitet, húðalit ella átrúnað.  Rakul Guðjónsson er sóknarumboð fyri Føroyar í Caritas Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo