Boðin av føroysku sendistovuni í Íslandi til Føroya komu í dag 20 sendifólk, sum heilt skjótt eftir at tey vóru lend á flogvøllinum fóru at vitja alifyritøkuna Hiddenfjord.
Á myndini síggjast tey umborð á Jósup, sum Hiddenfjord hevði leigað ein túr út á fjørðin, at síggja aliringarnar.
Eftir at sendifólkini høvdu vitjað Hiddenfjord, gekk leiðin niðan á Krígssavnið, har Sørvágs kommuna var vertur.
Og eftir tað verður so ein betri biti at fáa á Fiskastykkinum í Sandavági, har Vága kommuna er vertur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo