Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað harmar meg almikið, at 140 ára gomlu húsini hjá Niels í Horni í hesum døgum verða tikin niður.

Sjálv havi eg á býráðsfundi talað at og atkvøtt ímóti hesi avgerð, og roynt at grundgivið fyri, at húsini, sum eru eitt av teimum elstu húsunum í Klaksvík, eiga at verða varðveitt, uttan at eigararnir á nakran hátt skulu hava fíggjarligan miss av hesum.

Hetta er meiri ein spurningur um vilja og hugflog hjá avvarðandi myndugleikum, tá ið gomlu húsini í Horni í Klaksvík nú skulu takast niður.

Í hesi løtu grætur móðir Danmark um missin av tí mentanarríka Børsinum. Og fyri nøkrum árum síðani, tá ið Notre Dame stóð í ljósum loga, var nærum landasorg í Frankaríki.

Við eitt sindur betri politiskum handverki og vilja, so ivist eg onga løtu í, at vit í Klaksvík kundu verið komin til eina semju við bæði friðingarmyndugleikar og eigararnar av hesum gamla og prýðiliga gróthúsi frá 1883 og latið tað komið til heiðurs og æru.

Sjálvandi skulu vit hugsa frameftir og góðtaka at ætlanir eru so ymiskar. Men fólkalívið, ið eina ferð var, eru varðar á leiðini og eisini týdningarmikil partur av okkara samleika og mentanararvi. 

Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað sindri, sum enn stendur eftir.

Eg vil enn einaferð gera vart við, at mær ikki dámar hendan bulldosara ella grótknúsarapolitikkin, har alt sum stendur fyri má falla.  

Men meirilutin ræður. Tó eg loyvi mær at ivast, um flest altíð merkir best.

Annika S. Biskopstø
Býráðslimur í Klaksvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo