Í morgun var hátíðarløta í Tannlæknastovuni í Tórsgøtu 23. Tað eru 4 starvsfólk, sum í ár hava starvsdagar, 20, 30, 30 og 45 ár. Talan er sostatt um nøkur av mest trúføstu starvsfólkunum í barnatannrøktini.
Borgarstjórin var á staðnum og handaði gávur og viðurkenningar og segði nøkur orð um tær fýra. Hann nevndi fyrst Ann-Britt Midjord (fødd Larsen), sum hevði 20 ára starvsdag tann 11. september. Hon byrjaði sum klinikkassistentur hjá barnatannrøktini í 1995. Hon er útbúgvin klinikkassistentur frá “Skolen for klinikassistenter og tandplejere” í Keypmannahavn í 1982.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo