Seinastu árini hevur talið á umsøkjarum til miðnámsútbúgvingarnar verið minkandi. Síðani 2014 er talið minkað við til samans 205 umsøkjarum, hetta svarar til 16 prosent. Í mun til 2016 eru 122 færri umsøkjarar, hetta svarar til 10 prosent.
Eins og undanfarin ár eru genturnar í meiriluta, tær umboða 54 prosent av umsøkjarunum.
Minkingin í umsóknartalinum rakar serliga yrkisútbúgvingarnar, har minking er í øllum útbúgvingunum uttan í heilsuútbúgvingini.
Harafturímóti sæst ein lítil vøkstur samanumtikið í teimum gymnasialu útbúgvingunum, har áhugin er størstur fyri at fara á hugbreyt og náttúrubreyt. Áhugin fyri at fara á fyrireikingarbreyt, tøknibreyt og tilfeingisbreyt er tó minkandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo