Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú fall dómur í Eystara Landsrætti í Eik-málinum. Eg ætli mær ikki at viðmerkja sjálvan dómin. Tað kunnu onnur gera, um tey føla seg kallaðan til tað.

Eg haldi, at tað er eitt annað enn sjálvt dómurin, ið eigur at fáa føroyingar at ressast.

Tað eru meira enn 10 ár, síðan stevningin varð innlatin av Finansiel Stabilitet, uppruddingarfelagnum hja danska statinum.

Hesi 10 árini hava teir stevndu føroyingarnir havt ein húsagang hangandi yvir sær.

Nú dómur varð avsagdur, vórðu tveir av trimum fríkendir eftir 10 ár. Aðrir persónar í málinum høvdu í ávikavist 6 og 7 ár sama húsagang hangandi yvir sær, áðrenn teir vórðu fríkendir.

Demokratiskt óforsvarligt
Eg haldi, at rættarskipanin gongur so seint, at mann kann ikki kalla tað hvørki demokratiskt ella menniskjansliga forsvarligt, óansæð um mann er sekur ella ósekur.

Tað hoyrir ikki heima í einum rættarsamfelagi, at ein persónur kann verða rættarfylgdur av statinum í kanska ein fjórðing av einum arbeiðslívi, áðrenn dómur ella fríkenning verða avsøgd.

Danir kjakast ikki so nógv um hetta, tí teir eru ikki vanir við annað.

Spurningurin er, um vit sum borgarar kunnu góðtaka, at sami staturin, sum hevur ábyrgd av, at mann í kongaríkinum hevur eina rættarskipan, ið flytir seg við jøkulsferð, kann rættarsøkja borgarar í eitt áratíggju.

Borgarin má tryggjast við lóg
Vit hava eina vanliga fyrningarfreist á 5 ár fyri at kunna stevna. Kunnu vit góðtaka processir, sum eru longri enn tað?

Eg haldi ikki.

Borgarar áttu at fingið tryggjað við lóg, at um staturin ella landið ikki kann fáa eitt mál til dóms innan eitt ávíst áramál, í mesta lagi 2 ella 3 ár, so eigur tað at fella burtur.

So høvdu vit sæð betri raðfestingar frá statsins og landsins síðu og, ikki minst, lægri sakarmálskostnaðir.

Ben Arabo,
Oyrareingir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo