Synergi: Bert 1 pláss er eftir á skeiðinum “Góður leiðsluháttur á sjónum”, sum verður 20. og 21. mars.
Skeiðið er fyri allar leiðarar í siglandi vinnuni. Eftirútbúgvingin er eitt samstarv ímillum Synergi og Seahealth (Søfartens arbejdsmiljøråd) og leiðandi sálarfrøðingin hjá Mærsk Træning Center, sum hevur verið leiðari hjá Mærsk í 10 ár.
Sum luttakari kanst tú bæði hava drúgvar royndir ella vera lutfalsliga nýggjur sum leiðari.
Støðið verður tikið í tínum gerandisdegi og fer at menna teg sum leiðara umborð
Sum leiðari á sjónum, hevur tú hvønn dag eina rúgvu av avbjóðingum á ymiskum stigum. Støðið verður tikið í tínum gerandisdegi sum leiðari, og fer at menna teg til at handfara títt arbeiði sum leiðari umborð.
Bæði tær vanligu avbjóðingarnar, men eisini tær meiri óvæntaðu avbjóðingarnar.
Les meira og tekna teg nú á www.synergi.fo . BERT 1 PLÁSS EFTIR – Først til mølle.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo