Mikudagin 29. mai kl. 10 verður árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðs- og forskúlabørnunum í Tórshavnar kommunu. Tiltakið verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali.
Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar kommuna, SSP-Ráðgevingin og Løgreglan skipa fyri 1-1-2 degnum.
Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í 1. flokk í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2.
Tiltakið er liður í fyribyrgjandi arbeiðinum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av.
Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum - eitt nú bilar hjá sløkkiliði, løgreglu og sjúkraflutningi.
Haraftrat verða hundar hjá løgreluni á staðnum, og somuleiðis verður tónleikur at hoyra.
350 børn og vaksin í Tórshavnar kommunu verða við til 1-1-2 dagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo