Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í gjár var Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna í mentamálanevndini á vitjan í Skúlanum og Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt. Undir vitjanin fekk forkvinnan høvi at heilsa uppá næmingar og starvsfólk, síggja fakstovur, skúlastovur, frítíðarskúla, uttanduraøkir og felagshølir í snotuliga bygninginum, ið nú hevur gott 8 ára á baki.

 Eisini greiddu Morten Hust, leiðari á Frítíðarskúlanum og Høgni Joensen, skúlastjóri frá virkisgrundarlagi, stevnumiðum, fakligum viðurskiftum o.a.

 Í Tórshavnar kommunu eru 10 kommunalir fólkaskúlar við tilsamans uml. 3000 skúlabørnum. Skúla- og frítíðarskúlaøkið er málsøkið hjá mentamálanevndini.

 Á myndini síggjast Jón Kragesteen, varaskúlastjóri, Beinta Dalbø, leiðari á Barna- og ungdómsdeildini, Morten Hust, frítíðarskúlaleiðari, Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna í mentamálanevndini, Høgni Joensen, skúlastjóri og Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo