Eysturoyingarnir Hans Jacob á Líknargøtu og Jógvan Óli Kristiansen hava stovnað nýggju heimasíðuna “Eysturoyarportalin”, eisini styttur www.eyp.fo.
Hugskoti hevur verið leingi frammi og vent, men endaliga stigið er nú tikið. “Hetta hevur verið ein dreymur hjá okkum stigtakarum í langa tíð”.
- Hugskotið og endamálið við portalinum er fyrst og fremst, at geva eysturoyingum ein “pall” at standa á, har lokalu viðurskiftini; bæði innan vinnuna, ítróttin, mentunarlívi og trúarlívi o.a koma á breddan.
Eysturoyggin hevur ikki havt nakað talirør, men við hesi heimasiðuni er ætlanin, at eysturoyingar eisini sleppa framat, siga teir í fráboðan.
Heimasíðan er sjósett í morgun og byrjað verður beinanvegin. Stovnaðirnir vóna, at viðskiftafólk og lesarar taka væl ímóti henni, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo