Tað lógu bara 379 túsund krónur eftir á botnlinjuni hjá Thetis í fjør. Tað er nógv minni enn ári fyri, tá vinningurin eftir skatt var nærum 5 mió kr, og uppaftur nógv minni enn metárið 2021, tá smáar 23 mió kr lógu eftir til eigararnar. Somu ár var bruttovinningurin ávíkavist 11 og nærum 37 mió kr. Í fjør var hann 3 mió kr.
Tað er lítið at ivast í, at tað vóru rúgvusmiklu uppgávurnar í samband við Covid-19, sum munaðu so væl hjá Thetis tey árini, og til ber at siga, at tað so ikki hevur eydnast leiðsluni at finna aðrar uppgávur, so hvørt sum kanningararbeiðið í samband við korona hvarv.
Útreiðslurnar til starvsfólk eru minkaðar úr 9 mió kr í 2020 til 2,4 mió kr í fjør.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 6,2 mió kr og egipeningurin var 5,4 mió kr við árslok í fjør.
Marita D. Magnussen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo