Uppsjóvarskipið Vestmenningur ger mun í roknskapinum hjá Vestmanna Fiskavirki, sum hevði 11,6 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við 2,6 mió kr í vinningi árið frammanundan.
Bruttovinningurin fór úr 3,5 mió kr í 2021 til 39,2 mió kr í fjør.
Samlaðu hýrurnar vóru góðar 20 mió kr.
Vestmenningur er fyrrverandi Christian. Hann varð keyptur úr Klaksvík til Vestmanna í februar í fjør fyri 45 mió kr. Tá bleiv sagt, at hann skuldi fiska fyri 45-50 mió kr fyri at bera seg. Virkið fekk menningarkvotur í 2018 og hevur síðani fingið kvotur tillutaðar sum onnur fiskaðu til virkið sjálvt keypti skip.
Materiella støðisognin hjá felagnum vaks úr 15,6 upp í 56,4 mió kr, fyrst og fremst tí skipið legðist afturat.
Eisini skuldin vaks í fjør, úr 15,7 upp í 52 mió kr, harav rentuberandi parturin var smáar 39 mió kr.
Fíggjarstøðan javnvigaði við góðum 72 mió kr, harav var eginognin 20 mió kr.
Eyðun Olsen er stjóri í Vestmanna Fiskavirki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo