Á uppboðssøluni hjá 07 Vestur í gjárkvøldið í Sørvági fór ein veðrur fyri 106.000 krónur og var tað Herning Lauritsen sum átti seinasta boð millum teir átta sum bjóðaðu.
Talan var um eina meksikanska uppboðssølu, verður sagt.
Men tað var ikki bara hesin serstaki veðrurin sum seldur var. 13 lomb vóru eisini seld og ein hálv kúgv í fýra pørtum.
Tilsamans fekk 07 Vestur 181.100 krónur á uppboðssøluni í gjárkvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo