Vit verða mint á árstíðina komandi vikuna, sum byrjar við nógvum regni ella avfalli, sum síðani verður til nógvan vind og kulda í seinnu helvt av vikuni.
Í dag verður hvassur vindur av vestri, regn ein stóran part av tíðini og hitin um 6 stig.
Í morgin makar hann vindin nakað, men regn mestsum allan dagin.
Týsdagin gul av norði sum snarar í eystan, okkurt æli men eisini løtur við sól og hitin um trý stig.
Mikudagin frískur vindur av landnyrðingi, turt fyri tað mesta og hitin um 4 stig.
Hósdagin og fríggjadagin verður nógvur vindur av norði og kalt, um frostmarkið.
Leygardagin vestan og kavi ella vátaslettingur og sunnudagin eystan og okkurt æli, hitin báðar dagar um 2 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo