Mentanarritið Varðin er komið út. Tað er fyrra heftið av 85. bindi, ið nú er sent limum í Varðanum og verður tøkt í bókasølunum hesa vikuna.
List er kveikjandi, list er frígerandi. Men um vit øll skulu hava gleði av listini, og um samfelagið veruliga skal hava gagn av frígerandi styrkini í listini, so mugu vit hava fólk, sum tosa, greiða frá, viðgera og kritisera. Okkum tørvar ummælarar, granskarar og journalistar, sum vísa okkum, hvussu vit kunnu lata listina upp. Hava vit ikki kritikkin, viðgerðina og miðlingina, so er stórur vandi fyri, at listin antin verður ov fólkslig og sjálvsøgd ella ov gátufør og bara fyri tey innvígdu.
Í hesi útgávuni av Varðanum verður ljós serliga varpað á bókmentakritikk.
Níggju ummæli eru við hesaferð. Trygvi Danielsen ummælir OG eftir Oddfríða M. Rasmussen og Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen. Lív Næs ummælir Aftanáðrenn eftir Katrina Ottarsdóttur, og Jenny Johannesen ummælir 43 bagatellir eftir sama høvund. Durið Eyðbjørnsdóttir ummælir Bónusyrkingar eftir Andri Snær Magnason, Ingilín Strøm ummælir Einglavakt eftir Birnu Breckmann, Sanna Klein ummælir Fractura Nasi eftir Høgna Mohr, og Urd Johannesen ummælir operaleikin Dagbókin eftir Leporello.
Harumframt eru tvær longri greinar, sum viðgera nýggjar føroyskar útgávur. Jógvan Isaksen skrivar um Sær eftir Carl Jóhan Jensen, og Silja Aldudóttir skrivar um Hvít sól eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger. Heiðursgreinarnar hesaferð eru eisini um rithøvundar. Kirsten Brix skrivar um Sólrún Michelsen, og Malan Marnersdóttir um Jóanes Nielsen. Og so hevur ritstjórin, Dorit Hansen, eina grein um journalistin Onnu V. Ellingsgaard og hennara ummælaravirksemi.
Føroyingar kjakast hvønn dag, bæði andlit til andlits og á talgildu feysbókini. Og meðan vit kjakast, halda vit fram í gomlum mynstrum og fylgja streymum, sum tykjast so sterkir, at vit einki fáa gjørt. Men onkur skal rópa varskó, og viðhvørt ber til at flyta seg. Ólavur Hátún, sum í fjør gav út nýggja kórbók við broyttari stavseting, setir í Varðanum 85,1 spurning við, hvussu vit skriva og stava, og Sigri M. Gaïni viðger í aðrari grein tøkniligu menningina og spyr, um tøknin er nýggja religiónin, og hvørt vit bara skulu lata standa til.
Listin sjálv er eisini við í nýggju útgávuni av Varðanum. Rakel Helmsdal hevur yrkingar saman við myndum av innsetingarlist, Emma Annika Thomsen hevur eina stuttsøgu, og Lea Kampmann eina yrking. Afturat tí hevur Hansina Iversen eitt listaúrval. List verður skapt og sýnd fram, list verður miðlað og viðgjørd, men list skapar eisini nýggja list, og í úrvalinum hesaferð vísir Hansina okkum útlendska list, sum hevur givið henni íblástur, list eftir sjey spennandi kvinnur úr Póllandi, USA, Kuba, Kanada og Fraklandi.
Og nýggj føroysk list prýðir aftur hesa ferð permuna á Varðanum. Tað er Edward Fuglø, sum hevur málað.
Verkið, ið ber heitið Fish Egg, er frá 2016. Varðin 85,1 er 197 blaðsíður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo