Ísrael og Hamas eru komin ásamt um ein steðg í krígnum uppá tríggjar dagar, so børnini í Gaza kunnu blíva koppsett ímóti polio.
Tað skriva fleiri miðlar.
Polio er farið at gera um seg í Gaza, har umstøðurnar eru alt annað enn góðar fyri vanliga fólkið.
Semjast partarnir um tað, kann vápnahvíldin leingjast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo