Vágatunnilin er stongdur í løtuni, tí grót er dottið undan loftinum, sigur løgreglan sum er komin á staðið í løtuni.
Fólk frá tunnilsfelagnum eru eisini á veg, sigur vakthavandi.
Sambært vakthavandi, so hevur onkur bilur fingið skaða, men vakthavandi veit ikki at siga júst nú, hvussu álvarsamt tað er.
Vakthavandi veit heldur ikki at siga, nær koyrandi verður aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo