Nevndin í Vága Pensjónistafelag hevur avgjørt av avlýsa ætlaða jólaborðhaldið, sum skuldi vera í komandi viku, 14. desember. Orsøkin er versnaða koronustøðan, høgu smittutølini og nýggja koronufrábrigdið Omikron.
Vanliga plaga einir 80 limir at koma á jólaborðhaldini hjá felagnum, men hesaferð høvdu bara nøkur fá teknað seg, og helst kemst hetta av, at fólk aftra seg at fara í veitslu, soleiðis sum støðan er.
- Felagið vónar tó at kunna halda eina limaveitslu í komandi ári, tá ið koronastøðan vónandi er batnað, sigur Erhard Jacobsen, formaður í Vága Pensjónistafelag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo