Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaðurin: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Fýra frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Grønland,  eitt er á á Flemish Kap og eitt siglur heim av Flemish Kap. Trý liggja við bryggju. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Streymurin verður brúkiligur og veðrið verður gott, so vit vænta nógvan útróður. Fleiri fiska á Føroya Banka, fleiri við snellu og aðrir við línu.

Ein djúpvatnstrolari fiskar tosk á Íslandsrygginum  og tveir ísfiskatrolarar og ein frystitrolari eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Smáligt fiskarí eftir svartkalva.

Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og eitt par fiskar tosk á Íslandsrygginum. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni.

Tríggir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiskar mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí.  Øll landa væntandi í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo