Ja, gomorin, hvør er vælkomin til Havnar.
Eftir skeltingina hjá Heðin Mortensen og hansara fólkum á Vaglinum at steingja innkomuvegin til Havnar fyri lastbilum yvir 26 tons eftir kl.22:00 á kvøldi til kl. 07:00 á morgni og sunnudagar.
Hetta ger, at vinnulívið í Sandoynni er fyri so stórum skerjingum, at illa ber til at virka her.
Snávingarsteinarnir, sum eru lagdir okkara vinnulívið til foringar eru nú so stórir og tættir, at her má okkurt gerast skal tað sindri av vinnulívi, sum er í Sandoynni hóra undan.
Eg kundi hugsa mær at vita, hvat bælist í knokkinum á Vaglinum, tá slíkar avgerðir verða tiknar.
At steingja allan flutning við lastbilum har heildarvektin er yvir 26 tons at koyra í gjøgnum okkara høvuðsstað, er óhoyrt.
À Sandi virkar fyritøkan Mowi við at ala laks. Tá laksurin verður slaktaður, gongur flutningurin um Skopunarfjørð frá kl.04:00 um náttina við at leiga Hasfjorð um Skopunarfjørð soleiðis, at framleiðslan á virkinum á Strondum kann byrja kl.08:00 um morgunin.
Flakavirkið í Skopun sendur eisini fisk av landinum mánamorgun, so teir eru noyddir at senda fiskavørðurnar til Havnar sunnudag, men nú sleppa teir ikki inn í Havnina, hvat so?
Fyri Sandoyartunnilin kemur inntrivið hjá Heðini Mortensen at kosta tíð og pengar, tað er ikki nakað, sum vit kunnu góðtaka.
Eisini er Bakkafrost farið í gongd við stórt virksemi í Skálavík, hettar kemur eisini at ávirkast.
Mjólkabilurin hevur sína føstu rutu sunnudag og eftir hetta átak, so letur hettar seg heldur ikki gera.
Øll vøra og olja verður fraktað um Skopunarfjørð, tað eru eisin onnur akfør, sum ferðast til og í gjøgnum høvuðsstaðin eftir kl.21:00 á kvøldi og sunnudagar.
Samanumtikið, so kemur útistongsulin hjá Heðini Mortensen at gera okkum, sum hava valgt at búleikast og virka her, so illa fortreð, at tað er ein spurningur, hvussu endin verður.
Einasti møguleiki at koma til meginøkið er í gjøgnum høvuðsstaðin, hendan møguleikan hava valdsharrarnir á Vaglinum nú valt at skerja, ikki gott.
Tað hevði sømt seg betur, um myndugleikarnir í høvuðsstaðnum komu á gátt her hjá okkum, fyri at kunna okkum, so kundu vit eisini komu til orðanna.
Kenni eg Heðin Mortensen rætt, so hevði hann lurtað og funnið eina loysn, sum vit kundu liva við, tað er í øllum føri tað kenslu eg havi av honum.
Um trupulleikar eru við ljóðdálking av lastbilum, sum koyra um náttina gjøgnum Havnargøtur við gróti av Gomlurætt, so eigur tað at fáast ein loysn á hesum, uttan at seta forðingar fyri akførum sum koma til og frá Sandoynni.
Mín inniliga áheitan á myndugleikarnar í høvuðsstaðnum er, at tit taka avgerðina um at steingja Velbastaðvegin fyri ferðslu fyri lastbilar yvir 26 tons til nýggja viðgerð soleiðis, at vinnulívið hjá okkum ikki verður tálmað.
Eitt skulu tit vita, at øll eru hjartaliga vælkomin í okkara vøkru bygd, vit fara ikki at seta forðingar.
Heri Sverrason
Borgarstjóri á Sandi
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo